• Ingen resultater fundet

Kopi fra DBC Webarkiv

N/A
N/A
Info
Hent
Protected

Academic year: 2022

Del "Kopi fra DBC Webarkiv"

Copied!
38
0
0

Indlæser.... (se fuldtekst nu)

Hele teksten

(1)

Kopi fra DBC Webarkiv

Kopi af:

Eitt gott liv i burðardyggum Norðurlondum : Norðurlensk

virkisætlan fyri burðardygga menning

Dette materiale er lagret i henhold til aftale mellem DBC og

(2)

udgiveren.

www.dbc.dk

e-mail: dbc@dbc.dk

(3)

Eitt gott lív í burðardyggum Norðurlondum

Norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

Útbúgving, gransking og nýskapan

• Samlaða fólkatalið, sum hevur fingið miðnámsútbúgving, eftirútbúgving eftir miðnám og universitetsútbúgving.

• Útreiðslur til gransking og menning í % av BTÚ, býtt út á geirar

Burðardygg nýtsla av jarðarinnar tilfeingi

• At skilja umhvørvisliga ovbyrjan, samlaða orkunýtslu, tilfeingisnýtslu og gerð av ikki-mineralburturkasti frá búskaparvøkstri

• Norðurlendska

umhvørvismerkið Svanurin og EU-vistspjaldrið

• Parturin av umhvørvisskatti av øllum skatti samantaldum

• Broytingar í kommunalum burturkasti og ruskhandfaring sambært handfaringarháttum

Eitt gott lív í burðardyggum Norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning er yvirskipaði karmurin um tvørgeira arbeiðið í Norðurlendska ráðharraráðnum. Alt arbeiðið, ið gjørt verður í Ráðhar- raráðnum, skal hava burðardygd flættaða inní.

Norðurlendska ráðharraráðið skal gera sítt til, at Norðurlond halda fram at bøta um vælferð og lívsdygd hjá tí ættarliði, ið nú er, og teimum komandi við at verja og røkja evni og mátt jarðarinnar at varðveita lív í øllum sínum margfeldi.

Virkisætlanin skipar leiðreglur heilt fram til 2025, og dentur verður lagd- ur á: norðurlendsku vælferðarskipanina, lívdyggar vistskipanir, broytt veðurlag, burðardygga nýtslu av jarðartilfeingi, útbúgving, gransking og nýhugsan. Yrkisgeirarnir í Norðurlendska ráðharraráðnum fullfíggja virk- isætlanina við ítøkiligum átøkum, og eyga verður hildið við menningini í Norðurlondum við ávísum.

Ved Stranden 18 DK-1061 København K www.norden.org

ANP 2013:729

ISBN 978-92-893-2501-1

Norðurlendska

vælferðarskipanin

• Demografisk menning

• BTÚ mátað í PPP fyri euro og persón

• Ríkisskuld

• Býargerð

• Tøl fyri virksemi og arbeiðsloysi

• Væntað miðallívsævi, tá ið fólk verða fødd

• Ginikoefficientur

• Vandi fyri fátækt í húskjum við børnum

• Lønarglopp millum kynini

Norðurlendskir ávísar um burðardygga menning

Lívsdyggar vistskipanir

• Burðardyggir fiskastovnar

• Útlát av køvievni og fosfori út í Eystrasalt

• Broytingar í skrásetingum av vanligum fuglum

• Broyting í skógarhøgging og skógarvøkstri hvørt ár

• Hvussu íbúgvar í býunum eru fyri luftdálking ígjøgnum ozon og bitlar

Broytt veðurlag

• Partur av endurnýggjandi orku í samlaðu orkuveitingini

• Broyting í útláti av

vakstrarhúsgassi javnað út á geirar

• Útlát frá jarðarbrúki, broytingar í jarðarbrúki og skógarbrúki.

Samstarvsmálaráðharrarnir

Ráðharraráðið fyri arbeiðsmarknaðarmál Ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk Ráðharraráðið fyri fiskiveiði og havbúnaði, landbúnaði, matvørur og skógbúnaði Ráðharraráðið fyri javnstøðu

Ráðharraráðið fyri mentan

Ráðharraráðið fyri lógasamstarv Ráðharraráðið fyri umhvørvi

Ráðharraráðið fyri vinnu-, orku- og økispolitikk Ráðharraráðið fyri almanna- og heilsupolitikk Ráðharraráðið fyri utbúgving og gransking

Norðurlendska ráðharraráðið

(4)

Grønland

Ísland

Noreg Svøríki Danmark

Føroyar

Áland Finnland

Eitt gott lív í burðardyggum Norðurlondum

Norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning ISBN 978-92-893-2501-1

http://dx.doi.org/10.6027/ANP2013-729 ANP 2013:729

© Norðurlendska ráðharraráðið, 2013 Uppseting: Jette Koefoed

Myndir: Karin Beate Nøsterud; ImageSelect; Landskrona Energi; Iti Rainio Skrift: Meta LF

Pappír: Munken Polar Upplag:

Prent: Arco Grafisk

Printed in Denmark

www.norden.org

Norðurlendska ráðharraráðið Ved Stranden 18

DK-1061 København K Telefon (+45) 3396 0200 Norðurlendska samstarvið

Norðurlendska samstarvið er eitt tað víðfevndasta økissamstarvið í heiminum. Samstarvið fevnir um Danmark, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Føroyar, Grønland og Áland.

Norðurlendska samstarvið er politiskt, búskaparliga og mentanarliga kjølfest, og tað er týðandi partur í evropiskum og altjóða samstarvi.

Norðurlendski felagsskapurin virkar fyri sterkum Norðurlondum í einum sterkum Evropa.

Norðurlendska samstarvið vil styrkja áhugamál og virði hjá Norður- londum á øllum økjum í einum altjóðagjørdum umheimi. Felags virði landanna millum eru við til at styrkja støðu Norðurlanda sum eitt av heimsins mest nýhugsandi og kappingarføru økjum.

TRYK SAG NR. 541- 618

(5)

Eitt gott lív í burðardyggum Norðurlondum

Norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

1. Burðardygg menning í norðurlendskari frásjón 5 2. Norðurlendska vælferðarskipanin 11

3. Lívsdyggar vistskipanir 15

4. Broytt veðurlag 19

5. Burðardygg nýtsla av jarðarinnar tilfeingi 23 6. Útbúgving, gransking og nýskapan 27 7. At akkerfesta, fremja í verki og hava eyguni við 31

(6)
(7)

Fororð

Farna árið havi eg havt ta fragd at skipa samstarvið í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Ein av arbeiðssetningunum hevur verið at endurskoða virkisætlan Ráðharraráðsins um burðardygga menning.

Ráðharraráðið samtykti fyri tólv árum síðan sína fyrstu virkisætlan. Eins og virkisætlanirnar frammanundan er henda eisini samtykt av øllum Norðurlondum:

Danmørk, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki og Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Norðurlandaráðið hevur tikið undir við virkisætlanini fyri burðardygga menning.

Virkisætlanin hjá Norðurlendska

ráðharraráðnum um burðardygga menning gevur aðalleiðreglur fyri komandi árini.

Burðardygg menning skal nøkta tørvin hjá ættarliðinum, ið nú er frammi, og kortini ikki skerja møguleikarnar hjá komandi ættarliðum at fáa sín tørv nøktaðan.

Norðurlond hava sum heild somu áskoðan á týðandi samfelagsmál, og londini eru samd um, at samfelagsmenningin má vera burðardygg.

Norðurlond hava væl útbygdar vælferðartænastur, lutfalsliga smáar inntøkumunir og almennar stovnar, ið virka væl. Norðurlendska ráðharraráðið skal gera sítt til, at Norðurlond kunnu halda fram at byggja samfeløgini út, økja vælferðina og bøta lívsgóðskuna. Eitt vinnulív, ið virkar væl, og góð almenn umsiting eru týðandi treytir, skal tað eydnast. At taka sær av náttúru og umhvørvi eru eisini avgerandi, skal menningin vera burðardygg. Grønur vøkstur ger sítt til at tryggja tað. Norðurlond hava harumframt sum stavnhald at fremja í verki allar aðalreglur um burðardygga menning í alheimsligum samanheingi.

Norðurlond hava gamla siðvenju at

samstarva um at menna felags svar til felags avbjóðingar. Samstarvið hevur hilnast stak væl. Tí fegnist eg um, at Norðurlendska ráðharraráðið við hesi virkisætlan leggur dygga grund undir tætt samstarv um burðardygt samfelag, sum fer at halda fram.

Rigmor Aasrud

Norðurlendskur samstarvsráðharri Noreg

(8)

4 n o r d i s k m i l j ø h a n d l i n g s p r o g r a m 2 0 1 3 – 2 0 1 8

Virkisætlanin fyri burðardygga

menning er yvirskipaði karmurin

um arbeiðið hjá Norðurlendska

ráðharraráðnum, sum gongur tvørtur

um ymsu geirarnar.

(9)

Virkisætlanin fyri burðardygga menning er yvirskipaði karmurin um arbeiðið hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum gongur tvørtur um ymsu geirarnar. Burðardygg menning hevur tríggjar tættir, sum eru sínámillum treytaðir: tann búskaparliga, tann sosiala og tann vistfrøðiliga. Ein av hesum táttum má ikki máa støðið undan fortreytunum hjá hinum at menna seg.

Mentanin hevur alstóran týdning fyri norðurlendsku virðini. Tað snýr seg m.a. um lívssstíl, brúkaralag, hugburð til náttúru og hvussu vit góðtaka broytingar, ið fara fram í samfelagnum. Tí ræður um at taka mentamál við inn í arbeiðið við burðardyggari menning.

Norðurlond hava langt síðan gjørt vart við sína burðardyggu samfelagsmenning.

Norðurlendska vælferðarskipanin er grundað á, at øll menniskju hava sama virði, virðing fyri mannarættindum, rættvísi, javnstøðu, góða umsiting, lítið mutur, fólkaræði og heilsa og vælvera verða sett í hásæti.

Javnrættindi, opinleiki og áhugi eru aðrir týðandi grundarsteinar. Framburðurin í Norðurlondum er eisini eitt úrslit av, at búskaparligur opinleiki og fríhandil var tíðliga viðurkendur. Fleiri tíggjuáraskeið við miðvísum umhvørvisátøkum hava bøtt um umhvørvisstøðuna á so mongum økjum. Norðurlond hava nógv náttúrutilfeingi og hava geirar, ið eru grundaðir á náttúrutilfeingi, sum skógarbrúk, jarðarbrúk, fiskiskap og námsvinnu. Hetta er týdningarmikil grund undir livandi landbúnaði. Til tess at styrkja búskap og burðardygga menning er týdningarmikið, at hetta tilfeingið verður skynsamliga nýtt og

Burðardygg menning í norðurlendskari frásjón

1.

Allýsing burðardygg menning

(Brundtlandnevndin): ”Burðardygg menning nøktar dagsins tørv uttan at týna møguleikar hjá komandi ættarliðum at nøkta sín tørv.”

Norðurlond her umfata Danmark, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Føroyar, Grønland og Áland.

ikki eyðrænt. Burðardygg umsiting stimbrar búskapin í Norðurlondum. Strong krøv um umhvørvisatlit hava ført til øktan kunnleika og tøkniliga menning, sum í sínum lagi hava gjørt sítt til, at útflutningur av umhvørvistøkni er øktur.

Heilsa og vælvera hjá menniskjum er knýtt at góðum lívsumhvørvi. Høvi og umstøður til eitt gott lív úti í náttúruni og at sleppa inn á grøn øki eru umráðandi, skulu fólk kenna seg væl.

Tað ger eisini, at vit skilja betur tað arbeiði, tey tiltøk og tær broytingar, ið eru neyðugar, skal menningin verða burðardyggari.

Um somu leið hava Norðurlond nógvar avbjóðingar, sum krevja tiltøk, ið fevna um fleiri geirar. Meginreglurnar fyri burðardygga menning mugu flættast inn í tær. Heildarávirkanin á norðurlendsku vistskipanirnar veksur alsamt vegna vaksandi nýtslu. Demografiska broytingin er eisini ein høvuðsavbjóðing hjá norðurlendsku vælferðarskipanini. Aftur at tí kemur alt

(10)

tað, ið er avleiðing av teimum ógvusligu búskaparligu broytingunum, ið eru farnar fram í Evropa og í heiminum annars.

Norðurlendska ráðharraráðið skal gera sítt til, at Norðurlond alsamt halda fram at bøta um vælferðina og lívsdygdina hjá hesum og komandi ættarliðum við at verja og varða av jarðarinnar evnum at varðveita lív í øllum sínum margfeldi og á tann hátt menna eina burðardyggari vælferðarskipan. Til tess at røkka hesum máli tørva Norðurlond at laga seg til grønan búskap. Eisini virksemi og hentleikar hjá Norðurlendska ráðharraráðnum og skrivstovum tess skulu vera burðardygg. Ein møguleiki er at umhvørvisgóðkenna alt virksemið. Tað skuldi eisini fevnt um Norðurlandaráðið og Norðurlendska mentanargrunnin.

Grønur vøkstur er vorðið eitt høvuðsmál.

Mong lond og landspartar hava sett sær sum mál at búgva seg til stóru umhvørvis-, veðurlags- og orkuavbjóðingarnar, samstundis sum góður búskaparligur vøkstur verður varðveittur. Marknaðurin fyri grønum loysnum veksur, og møguligt er hjá Norðurlondum at broyta sína marknaðarstøðu. Átakið hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum at stimbra grønan vøkstur hevur týðandi part í hesum

samanheingi. Betri kappingarevni og vøkstur fæst við at gagnnýta tilfeingið skynsamligari, við burðardyggari orkunýtslu og orkugerð, við týðiligari lóggávu og við at seta kostnað á náttúrutilfeingi.

6 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning Allýsing grønur búskapur (UNEP allýsingin

leysliga týdd): Grønur búskapur hevur við sær menniskjaliga vælveru og rættvísi, samstundis sum hann minkar um vandan fyri umhvørvinum og vandan at týna vistfrøðiligar tilgongdir.

Sagt heilt einfalt hevur grønur búskapur lítla koltvísúrnisávirkan, fer væl við tilfeinginum og fevnir um øll menniskju. Vøkstur í inntøku og arbeiðsplássum í grønum búskapi verður stimbrað av almennum og privatum íløgum, sum minka koltvísúrnisútlát og dálking, stimbra orku- og tilfeingisvirkni og forða fyri, at lívfrøðiligt margfeldi og vistskipanartænastur fara fyri skeyti. Tær hava tørv á at verða hjálptar og stuðlaðar av miðvísum almennum íkasti, politiskum nýhugsanum, almennari hjálp og nýggjum ásetingum. Henda menningarleiðin skal varðveita, styrkja og um neyðugt enduruppbyggja náttúruligan kapital og eina avgerandi búskaparliga tilgongd og keldu til almennar fyrimunir, serliga hjá fátækum fólkum, hvørs lív og trygd er so nógv treytað av náttúruni.

(11)

1.1 Ætlanin við virkisætlanini og nýtsluøkinum

Norðurlendska samstarvið um burðardygga menning fór av bakkastokki í 1998

við eini forsætisráðharrayvirlýsing.

Fyrsta norðurlendska virkisætlanin fyri burðardyggari menning varð virkin í 2001 og hevur javnan verið dagførd síðan. Nýggj forsætisráðharrayvirlýsing varð góðkend í 2008. Hetta er sostatt fjórða norðurlendska virkisætlanin fyri burðardyggari menning.

Hon er enn í gildi og verður endurskoðað, so hvørt tørvur er á tí.

Virkisætlanin savnar seg um øki, har Norðurlond hava áhugamál og avbjóðingar í felag, og har, ið serstakliga góðar fortreytir eru fyri at gera nakað fyri burðardygga menning. Norðurlendska samstarvið skal eisini skapa eitt meirvirði og gera sítt til at økja førleikar og skynsamligar hættir at nýta tilfeingið. Virkisætlanin veitir leiðreglur langt fram í tíðina um virksemi Ráðharraráðsins fram til 2025 og hevur í hyggju at fremja í verki norðurlendska tvørøkissamstarvið í hesum økjum:

norðurlendski vælferðarmyndilin, lívsdyggar vistskipanir, broytt veðurlag, burðardygg nýtsla av jarðarinnar tilfeingi og útbúgving, gransking og nýhugsan. Fylgt verður við gongdini við at nýta ávísar á viðkomandi økjum.

Felags virðisgrundarlag og mið skulu flættast inn í skránna hjá

yrkisráðharraráðunum fyri ymsu geirarnar og verða gjørd um til ítøkilig átøk við

málum, ið kunnu mátast. Saman skipa yrkisráðharraráðini fyri, hvussu virkisætlanin verður framd í verki, kanna framstigini í arbeiðinum og gera sítt til at skriva frágreiðing um og meta um, hvussu hilnast hevur at fremja tiltøkini. Norðurlendska virkisætlanin kann eisini virka sum byrjanin til felags innspæl á altjóða pøllum fyri burðardygga menning.

(12)

8 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

1.2 Yvirskipað mál og meginreglur fyri norðurlendska samstarvið um burðardygd

Alt tað arbeiði, ið gjørt verður innan fyri karmarnar hjá Norðurlendska

ráðharraráðnum, skal hava atlit at burðardygd flættað inní. Norðurlendska ráðharraráðið skal gjøgnum norðurlendskt samstarv raðfesta evni, tilgongdir og verkætlanir, sum stimbra burðardyggari menning. Við hesum kann Norðurlendska ráðharraráðið geva Norðurlondum, øðrum londum og økjum íblástur til egin mál og tiltøk.

Yvirskipaða málið við virkisætlanini er, at Norðurlond framhaldandi skulu mennast til uppaftur burðardyggari vælferðarsamfeløg

og skapa munagóðar broytingar innan fyri rímiliga framtíð. Fram til 2025 skulu munagóð úrslit verða rokkin innan fyri raðfestu økini.

Ættarliðini nú og tey, sum koma, skulu hava tryggjað eitt trygt, heilsugott og virðiligt lív.

Verulig tilvitska um tey átøk og tær tilgongdir, sum leiða til eina burðardygga menning, skulu verða skapt í samfelagnum.

Norðurlendska ráðharraráðið skal fáa í lag eitt norðurlendskt samstarv um høga luttøku á arbeiðsmarknaðinum, grønan vøkstur og økt kappingarføri. Varsemisreglan, reglan um, at dálkarin rindar, framleiðaraábyrgd og substitutiónsreglan skulu vera

vegleiðandi í arbeiðinum. Harumframt skal uttanhýsiskostnaður leggjast inn í prísin á vøruni. Upprunafólk hava sín serstaka part í, hvussu burðardygg menning verður skapt.

Hesi mál og hesar reglur skulu framvegis verða flættað inn í arbeiðið hjá yrkisráðharraráðunum og í viðkomandi altjóða høpi.

Varsemisreglan: Er vandi fyri álvarsligum skaða ella skaða, ið ikki bøtist, má ikki tað, at vísindalig próvførsla vantar, verða brúkt sum umbering fyri at brúka kostnaðarkrevjandi átøk til tess at forða fyri umhvørvisskaða.

Reglan um, at dálkarin rindar, polluter pays principle – PPP: Dálkarin ber kostnaðin av dálkingini.

Substitutiónsreglan: Tá ið valið stendur millum vøru, sum úr umhvørvissjónarhorni er betri ella verri, skal betra vøran vera tikin framum. Við øðrum orðum: er ein umhvørvisliga betri substituttur til ávísa vøru, skal tann vøran brúkast.

(13)

Yvirskipaða málið við virkisætlanini

er, at Norðurlond framhaldandi skulu

mennast til uppaftur burðardyggari

vælferðarsamfeløg og skapa munagóðar

broytingar innan fyri rímiliga framtíð.

(14)

10 10 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menningn o r d i s k m i l j ø h a n d l i n g s p r o g r a m 2 0 1 3 – 2 0 1 8

Burðardygg menning og menningin

av norðurlendsku vælferðarskipanini

ganga hond í hond.

(15)

viðkomandi fyri flestu økini í virkisætlanini og eiga at vera partar av arbeiðinum við burðardyggari menning. Møguleikin at vera við í samfelagslívinum og samfelagsins avgerðartilgongdum er hjartatátturin í norðurlendsku vælferðarskipanini. Eitt javnsett samfelag ger tað gjørligt, at alt tilfeingi í samfelagnum kann verða nýtt. Tað ger í sínum lag sítt til eina betri vælferð.

Norðurlendska vælferðarskipanin 2.

Burðardygg menning og menningin av norðurlendsku vælferðarskipanini ganga hond í hond. Norðurlondum hevur í ríkiligt mát eydnast at samskipa stórar umhvørvisætlanir, høgt inntøkustig, búskaparvøkstur, javnan makrobúskap og sosiala vælveru. Sosiala samanhaldið, fólkaheilsan, virkandi sosial trygging, gott arbeiðsumhvørvi, avtalur, ið stilla lønir og starvsviðurskifti, sosialar tænastur, heilsu- og sjúkratrygging, virkin arbeiðsmarknaður og umhvørvisvernd virka sum motorar í menning, lívsgóðsku og trygd. Norðurlond hava bygt sínar vælferðarskipanir á felags politiskar ætlanir, sum hava fingið fram eitt dygt samanhald í samfelagnum. Norðurlendska skipanin er eyðkend av tøttum sambandi ímillum vælferðar- og arbeiðsmarknaðarpolitikk.

Hóast vælferðarskipanirnar ikki eru

meinlíkar, so hava felagseyðkennini gjørt, at norðurlendska vælferðarskipanin er vorðin eitt serstakt hugtak.

Norðurlendska samfelagsskipanin er kend fyri sína universellu vælferðarskipan.

Kjarnuvirðini eru eins møguleikar, sosialt samhaldsfesti og trygd fyri øll, sama hvat kyn, uppruna, átrúnað, sannføring, arbeiðsførleika, aldur og kynsligan samleika.

Tað snýr seg um sosial rættindi og reglur um, at øll skulu sleppa fram at sosialum tænastum, heilsutænastum, útbúgving og mentan. Tað fevnir eisini um tey, ið eru sosialt illa stødd, og veikar bólkar í samfelagnum. Vælferðarskipanin er grundað á margfeldi, har allir bólkar verða tiknir við inn í samfelagið. Margfeldisspurningurin er

Norðurlond hava bygt sínar

vælferðarskipanir á felags politiskar ætlanir, sum hava fingið fram eitt dygt samanhald í samfelagnum.

(16)

12 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

Norðurlendska vælferðarskipanin er grundað á samfelagsbygnað við góðari umsiting, har álitið millum ættarliðini er fest. Framtíðar demografisku broytingarnar eru ein høvuðsavbjóðing, einamest av skúgvingini í aldursbygnaðinum. Ein tann týdningarmesta avbjóðingin verður at virka fyri, at ein størri partur av arbeiðsføra skaranum verður við í arbeiðslívinum.Tað hevur millum annað við sær, at tey fólk, ið koma inn í samfelagið, verða betur integrerað í samfelags- og arbeiðslívið. Skiftistíðin frá skúla til arbeiði skal styttast, og møguleikarnir at leingja arbeiðslívið mugu bøtast.

Góð heilsa er ein fyritreyt fyri burðardyggari vælferðarskipan. Samfelagsligu og

demografisku avbjóðingarnar gera tað neyðugt at styrkja tiltøkini fyri fólkaheilsu, millum annað at byrgja fyri varandi sjúkum og skaða. Eisini verður neyðugt við tiltøkum at stimbra fólki sum eldist í at vera virkin, so at fleiri kunnu varðveita virkisevnini og

klára seg sjálv, so leingi sum til ber. Góð fólkaheilsa ávirkar kappingarevni, vøkstur og nýskapanarevni hjá londum á ein jaligan hátt.

Hóast lutfalsliga sterka

samfelagsbúskaparliga menning kemur fátækt eisini fyri í Norðurlondum. Tilflytarar, langtíðararbeiðsleys, langtíðarsjúk, fólk við virkisdarvi og stakir uppihaldarar eru í størsta vanda fyri at verða rakt. Long skeið við arbeiðsloysi millum ung er ein serstakliga álvarsligur trupulleiki, av tí at hesi fólk eru í vanda fyri at enda uttan fyri arbeiðs- og samfelagslívið í langa tíð. Átøkini at bøta arbeiðsmøguleikar millum ung hava tí stóran týdning.

Onnur avbjóðing er menniskjahandil og samsvarandi útnýttan, sum ger seg inn á menniskjavirðið og integritetin hjá tí einstaka. Til tess at steðga hesari menning er tørvur á felags kunnleika og fatan av hesum fyribrigdi. Hetta krevur lands-, økis- og altjóða samstarv.

Kjarnuvirðini eru eins møguleikar, sosialt samhaldsfesti og trygd fyri øll, sama hvat kyn, uppruna, átrúnað, sannføring, arbeiðsførleika, aldur og kynsligan samleika.

(17)

Mál fram til 2025

Langtíðar burðardyggur búskaparvøkstur Norðurlond skulu hava javna, áhaldandi og sunna búskaparliga menning. Haldbarið í at fíggja norðurlendsku vælferðarskipanina verður tryggjað í ljósinum av demografisku menningini. Norðurlond miða eftir burðardyggari samfelagsætlan, sum er grundað á menningartreytir í økjunum.

Arbeiði og margfeldi

Virksemisstigið og arbeiðsútboðið í Norðurlondum verða økt. Bygnaðartreytað arbeiðsloysi verður minkað við serligum atliti at ungdómsarbeiðsloysi. Inklusión og margfeldi verður økt í norðurlendskum samfeløgum og arbeiðslívi. Stigini á trygd, heilsu og vælferð verða hækkað.

Heilsa og sosial trygd

Heilsu- og vælferðarpolitikkur verður mentur soleiðis, at londini varðveita sosiala trygdarnetið ímóti at útihýsa veikum bólkum, samstundis sum kappingarevni Norðurlanda verða tryggjað. Dygd og trygd í heilsugeiranum og tí sosiala verða styrkt.

Fólkaheilsan verður bøtt millum allar íbúgvar.

Fyribyrgjandi titltøk verða framraðfest.

Javnrættindi, fólkaræði og mannarættindi Javnrættindi og sosialt samanhald verður framt við atliti at kyni, uppruna, átrúnaði, sannføring, virkisføri, aldri og kynsligum samleika. Fyribyrgjandi tiltøk verða framd til tess at styrkja mannarættindi, til dømis at beina fyri fátækradømi og mannahandli.

Mentan

Tann týdningur og leikpartur, ið mentan hevur, verður eyðmerktur og styrktur við arbeiðinum við burðardyggari menning í Norðurlondum.

Ávísar

• Demografisk menning

• BTÚ mátað í PPP fyri euro og persón

• Ríkisskuld

• Býargerð

• Tøl fyri virksemi og arbeiðsloysi

• Væntað miðal lívsævi, tá ið fólk verða fødd

• Ginikoefficientur

• Vandi fyri fátækt í húskjum við børnum

• Lønarglopp millum kynini

(18)

14 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

Til tess at byrgja fyri tí at dálka

sjógvin og strandaleiðirnar

er týdningarmikið at fara eftir

trupulleikanum í sjálvari kelduni.

(19)

Lívsdyggar vistskipanir 3.

Jarðarinnar vistskipan gevur mannaættini nógvar lívstýðandi vørur og tænastur sum gera, at til ber at halda fram við burðardyggum og grønum vøkstri og menniskjaligari vælveru. Dømi um slíkar vistskipanartænastur eru føði og aðrar lívrunnar rávørur, feskt vatn, natúrlig vatnreinskan, veðurlagsbroytingar, koltvísúrnisupptøka, natúrlig verja fyri náttúruvanlukkum og dálking. Gransking vísir, at støðan hjá fleiri viststænastuskipanum er versnað heilt nógv. Hetta setur í váða teir møguleikar, sum altjóða samfelagið hevur at røkka tey málini, sum Sameindu tjóðir setti um túsundáraskiftið, og hevur stóra ávirkan á ídnaðin og á menniskjaliga vælveru.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur (2011- 2012) sett í verk eina kanning1 við serligum atliti at Norðurlondum, sum er grundað á altjóða frágreiðingina The Economics of Ecosystems & Biodiversity (TEEB). Henda frágreiðing ger greitt, hvør kostnaðurin

er av at missa lívfrøðiligt margfeldi og

vistskipanartænastur samanborið við, hvat tað hevði kostað at varðveitt tær. Henda gransking ger vart við týdningin av at virðismeta

vistskipanartænasturnar og náttúrutilfeingið á rættan hátt, og at hesin kostnaður verður flættaður inn í altjóða roknskapir og í grundarlag undir avgerðum, sum tiknar verða.

Hóast Norðurlond verða hildin at vera fyrimyndarlig, tá ið hugsað verður um burðardygga nýtslu av bæði endurnýggjandi og ikki endurnýggjandi náttúrutilfeingi, so

Hugtakið vistskipanartænasta stavar frá menniskjaligum tørvi og vælferð og fevnir tí eisini um tær vørur og tænastur, sum vistskipanirnar framleiða. Ein vistskipan er savn av vøkstri, dýrum og smáverum, sum virka í samsvari hvørt við annað og tað umhvørvið, ið ikki er livandi. Vistskipanartænastur kunnu stundum koma í bland við lívfrøðiligt margfeldi. Lívfrøðiligt margfeldi sær ríkidømi í øllum livandi á jørðini, tað merkir øll avbrigdi í øllum sløgum og millum sløg og vistskipanir. Slagríkidømi ella lívfrøðiligt margfeldi eru ikki vistskipanartænastur. Heldur er lívfrøðiligt margfeldi fortreytin fyri øllum vistskipanartænastum. Vistskipanartænastur gera í sínum lag sítt til at skapa lívfrøðilig margfeldi.

1Socio-economic importance of ecosystem services in the Nordic countries (TN 2012:559), lesið meira á www.norden.org.

(20)

16 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

eru stórir møguleikar at bøta nógv um. Ein høvuðsavbjóðingin er at menna burðardyggar rakstrarformar undir ymsu náttúru– og veðurlagsumstøðunum í Norðurlondum og samstundis nøkta eftirspurningin frá einum vaksandi fólkatali í heiminum. Tær størstu avbjóðingarnar í sambandi við vistskipanir í Norðurlondum eru, at vegna dálking og ov stuttskygda umsiting versnar lívfrøðiliga støðan á landi, bæði í dyrkilendi, óveltum økjum og í skógunum. Vegna útlát frá dálkingarkeldum á landi versnar umhvørvið í sjónum eisini.

Til tess at byrgja fyri tí at dálka sjógvin og strandaleiðirnar er týdningarmikið at fara eftir trupulleikanum í sjálvari kelduni. Til dømis Eystrasalt, ein nærum byrgdur, grunnur og kaldur ósavatnssjógvur, er ógvuliga viðbrekin.

Ávirkanin har er ógvuslig, serliga orsakað av mannavirksemi í kringliggjandi londunum.

Álvarsligasti trupulleikin er ovurtaðing.

Harumframt er mátað ógvusligt innhald av skaðiligum evnum, m.a. tungmetallum.

Ógvusligi vøksturin og alsamt vaksandi olju- og kemikaliuflutningurin, serliga í Finnlandsvíkini, økir vandan fyri olju- og kemikaliuóhappi.

Virksemið í Arktis við øktari skipaferðslu og flutningi av olju og gassi hevur við sær, at norðurlendsk øki í Norðuratlantshavi eru fyri vaksandi umhvørvisvanda. Eitt størri trygdar- og tilbúgvingarpolitiskt arbeiði eigur tí at verða raðfest frammarlaga.

Virksemið í Arktis við øktari skipaferðslu og flutningi av olju og gassi hevur við sær, at norðurlendsk øki í Norðuratlantshavi eru fyri vaksandi umhvørvisvanda.

(21)

Mál at seta sær fram til 2025

Burðardygg náttúrutilfeingisumsiting Lívfrøðiliga margfeldið í Norðurlondum verður styrkt soleiðis, at vistskipanirnar verða verandi sterkar og halda fram at vera til taks hjá neyðugu vistskipanartænastunum, so vælferð verður skapt. Kunnleikin til virðið í vistskipanartænastum verður styrkt. Hetta kann vera við til at menna stýringaramboð sum í sínum lag kunnu stimbra burðardygga nýtslu og varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldi.

Havvistskipanir

Havleiðirnar kring Norðurlond skulu hava góða umhvørvisstøðu og verða brúktar á burðardyggan hátt. Umsiting av havleiðunum skal verða grundað á kunnleika og eintýdda vistskipanargrundaða umsiting. Ovurtaðing av Eystrasalti skal minka, og støðan hjá umhvørvi og vatnleiðum um Eystrasalt skal gerast betri.

Landvistskipanir

Norðurlendsku landvistskipanirnar skulu umhvørvisliga hava tað gott. Ein góð javnvág millum verju og burðardygga nýtslu av hesum vistskipanum verður tryggjað. Burðardygt skógarbrúk verður tryggjað við vernd og umsiting. Atlit verða tikin til fjølbroyttu funktiónirnar og vistskipanartænastur hjá skógini.

Luft

Luftdálkingarskaði á umhvørvi og fólk skal minka. Dálking skal ikki loyvast upp um ásett

markvirði og altjóða krøv til luftdygd ella mørkini fyri tí, ið náttúran tolir. Kunnleikin um sambandið millum luftdálking og veðurlagsbroytingar verður styrktur.

Ávísar

• Burðardyggir fiskastovnar

• Útlát av køvievni og fosfori út í Eystrasalt

• Broytingar í skrásetingum av vanligum fuglum

• Broyting í skógarhøgging og skógarvøkstri hvørt ár

• Hvussu íbúgvar í býunum eru fyri luftdálking ígjøgnum ozon og bitlar

(22)

18 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

(23)

Veðurlagsbroytingarnar eru ein týðandi avbjóðing, sum longu hevur havt við sær ógvusligar avleiðingar fyri fólk og umhvørvi.

Veðurlagsnevnd Sameindu tjóða (IPCC) roknar við, at koltvísúrni verður tvífaldað í atmosferuni samanborið við tíðina undan ídnaðargerðini. Hetta verður í sínum lag hildið at hava við sær, at miðalhitin fer at hækka 1,1–6,4 stig celsius næstu hundrað árini.

Veðurlagsbroytingarnar fara væntandi at fáa alstórar búskaparligar og menniskjaligar avleiðingar, millum annað stóran vatntørv mangastaðni, at havið fer at fløða, styttri verður ímillum hitabylgjurnar, fleiri ódnir verða, og havið fer at súrna. Vandin fyri órógv í natúrligum vistskipanum, og at vit alt skjótari fara at missa lívfrøðiliga margfeldið, ber í sær, at verri vælferð verður fyri mong menniskju. Í norðurlendska økinum er ávirkanin av veðurlagsbroytingunum størst í Arktis, sum er serliga viðbrekið.

Veðurlagsbroytingarnar hava stóra ávirkan á vistskipanina í havinum og á tilfeingið í havinum. Avbjóðingarnar verða uppaftur størri, tí havið súrnar av veðurlagsbroytingunum, og tað halda fleiri granskarar verða ta størstu hóttanina ímóti havvistskipanini. At fiskastovnar broyta síni ferðingarmynstur hevur við sær búskaparligar, politiskar og umsitingarligar

trupulleikar. Hetta krevur í sínum lagi gott økissamstarv. Eisini býir og undirstøðukervi verða ávirkað skeiva leið av broyttum veðurlag, til dømis av skaða, ið stendst av ógvusligum regni og øðrum ógvusligum veðri – nakað, ið hildið verður fer at versna í framtíðini.

Norðurlond hava tann týðandi setningin at slóða fyri í altjóða veðurlagssamráðingum.

Málið er at avmarka alheimsliga hitavøksturin til í mesta lagi 2 stig celsius, samanborið við stigið, hitin var á undan ídnaðargerðini, til tess at sleppa undan mest skaðiligu ávirkanini av alheimsupphiting. Hetta krevjandi mál krevur víðtøkin og beinleiðis átøk nú í øllum londum.

Broytt veðurlag 4.

Norðurlond hava tann týðandi setningin at slóða fyri í altjóða veðurlagssamráðingum.

(24)

20 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

Neyðugt verður at bróta sambandið millum steinrunna orkunýtslu og búskaparvøkstur.

Harumframt mugu samfeløg og býir laga seg eftir veðurlagsbroytingum, ið eru, og sum fara at verða. Veðurlagstillagingar fevna um aðrar dyrkingarhættir og aðrar mátar at brúka jørðina, millum annað við at menna nýggj sløg av grøði og trøum, sum hava betri mótstøðuføri móti nýggjum smittuevnum í jarðar– og skógarbrúki.

Men tillagingarætlanir og linnar í veðurlagsbroytingunum eru ikki bara tøknilig mál. Sjálvt tann sosiali tátturin og kynsperspektivið eiga at verða tikin við, har tað er viðkomandi. Í so máta ber til at at gera tillagingartiltøkini virknari. Og lættari skal verða at stuðla arbeiðinum at minka veðurlagsbroytingarnar og virka fyri burðardyggari menning.

Orkueffektiviseringar á økjum sum flutningi, bústaði/bygging, vørumenning og eitt skifti til ein størri part av endurnýggjandi orku eru dømi um týdningarmikil átøk til tess at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Samstundis fara steinrunnar orkukeldur framvegis at hava stóran týdning eisini í framtíðini. Tí verður eisini neyðugt at stuðla tiltøkum, sum gera sítt til at minka um nýtsluna av steinrunnum orkukeldum og um útlátið av vakstrarhúsgassi, eisini uttan fyri Norðurlond. Átøk at laga alt eftir ávirkan frá veðurlagsbroytingum í viðbreknum og minni mentum londum skulu eisini stuðlast.

Tørvurin á nýggjum tøkniligum og sosialum nýskapanum kann harumframt skapa handilsligar møguleikar fyri norðurlendskt vinnulív.

Flutningsgeirin er týdningarmikil í

samanheinginum, men av tí at flutningur ikki er eitt sjálvstøðugt samstarvsøki innan fyri karmarnar á Norðurlendska ráðharraráðnum, verður ábyrgdin hjá flutningsgeiranum at skifta til burðardygga menning ikki beinleiðis við í hesi virkisætlan.

Neyðugt verður at bróta sambandið millum steinrunna orkunýtslu og búskaparvøkstur.

Harumframt mugu samfeløg og býir laga seg eftir veðurlagsbroytingum, ið eru, og sum fara at verða.

(25)

Mál at seta fram til 2025

Orka

Norðurlendsk orkuveiting verður ment á burðardyggari hátt. Í verk verður sett økt áherðsla á endurnýggjandi orku og orkueffektivisering í Norðurlondum.

Sambandið millum búskaparvøkstur og nýtslu av ikki-endurnýggjandi orku verður brotið. Smidlig elnýtsla á norðurlendskum elmarknaði verður økt.

Veðurlag

Norðurlond virka fyri, at ein heimsfevnandi veðurlagsavtala verður tikin fram í seinasta lagi í 2015 og verður sett í verk í 2020.

Í avtaluni verður alheimsupphitingin avmarkað til í mesta lagi 2 stig við bindandi skyldum fyri øll lond. Norðurlond hava hvør í sínum lag sett sær høg mál at minka veðurlagsútlát. Fíggingarstovnar í Norðurlondum skulu luttaka meira í veðurlagsarbeiðinum og grønum íløgum. Norðurlond stremba eftir at flætta umhvørvis- og veðurlagsevni inn í menningararbeiðið og at draga vælferðar- og arbeiðstættir inn í veðurlagsarbeiðið.

Ávísar

• Partur av endurnýggjandi orku í samlaðu orkuveitingini

• Broyting í útláti av vakstrarhúsgassi javnað út á geirar

• Útlát frá jarðarbrúki, broytingar í jarðarbrúki og skógarbrúki.

(26)

22 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

Norðurlondum tørvar at minka teir

umhvørvisligu, sosialu og heilsuligu

trupulleikar, sum hoyra saman við

nýtslu og framleiðslu av vørum og

tænastum, ið ikki eru burðardyggar.

(27)

Búskaparvøksturin hevur skapað fortreytir fyri høgari materiellari vælferð. Um somu leið skapar vøksturin heilt stórar sosialar og umhvørvisligar avbjóðingar. Á nógvum økjum verða umhvørvisbatarnir, ið eru fingnir við effektivari umhvørvistøkni, útjavnaðir av øktari nýtslu. Trupulleikin stavar frá lívsstíli, fyrst og fremst hjá heimsins vælbjargaðu, har nýtslan í húsarhaldunum er helmingurin av umhvørvisárininum.

Á alheims Rio+20 ráðstevnuni um burðardygga menning í Rio de Janeiro 2012 var avrádd ein alheimslig 10 ára rammuskrá fyri burðardygga nýtslu og framleiðslu. Hetta fer at hava nógv at siga í framhaldandi arbeiðinum á økinum.

Eisini varð avrátt at fara undir arbeiðið við alheims burðardygdarmálum, har náttúrutilfeingisspurningar og burðardygg nýtsla og framleiðsla helst fara at vera týdningamikil evnisøki. Rio+20 avráddi eisini at menna ávísar, sum telja við í bruttotjóðarúrtøkuni sum eindir, ið máta menning.

Hóast Norðurlond hava styrkt sítt umhvørvisvirksemi, til dømis við lógum, búskaparligari stýring, umhvørvismerking og effektivari umhvørvistøkni, so er samlaða árinið á vistfrøðina vorðið størri. Enntá uttan fyri norðurlandamørk. Matvørur, bústaðir og flutningur eru øki, sum ávirka umhvørvið serliga nógv, av tí at tey brúka so nógv orku- og vatntilfeingi. Norðurlondum tørvar at minka teir umhvørvisligu, sosialu og heilsuligu trupulleikar, sum hoyra saman við nýtslu og framleiðslu av vørum og tænastum, ið ikki eru burðardyggar.

Umhvørvisávirkanin frá ymsum matvørum sum djórahaldi, flutningi og spillu í matvøruketuni er ymisk fyri ymiska vøru og kann somuleiðis ávirka matvørutrygd og djóraheilsu. At hava burðardyggar kostvanar hevur við sær atlit at nógvum ymsum. Tað snýr seg til dømis um at velja matvøru við so lítlari óhepnari umhvørvisávirkan sum til ber, men sum eisini fremur sosiala menning og heilsu hjá fólki.

Tað merkir at eta tryggan og føðslurættan

Burðardygg nýtsla av jarðarinnar tilfeingi 5.

(28)

24 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

kost, sum minkar um ovurfiti og aðrar lívsstílssjúkur. Tað snýr seg eisini um, at framleiðslan er burðardygg. At føða heimsins vaksandi fólkatal er ein ómetalig avbjóðing, sum eisini Norðurlond eiga at gera sítt til at loysa.

Eftirspurningur og val av bústaði er ávirkað av, at í Norðurlondum verða alsamt fleiri húsarhald við einum persóni umframt størri bústaðarøki. Ein burðardyggur bústaður hevur sum fortreyt, at orka og annað náttúrutilfeingi verða brúkt effektivt. Tað fatar eisini um heilsu- og privatøkonomiskar tættir, trygd og atgeingi. Tann burðardyggi bústaðurin krevur eisini at vera nær arbeiðsplássum, handlum, ruskinnsavning, væl útbygdari kollektivferðslu, spáki- og súkkluvegakervi og øðrum, sum brúkarar hava tørv á í gerandisdegnum, skulu teir velja burðardyggar loysnir.

Fyri at stimbra grønan vøkstur er týdningarmikið at vaksa

tilfeingiseffektiviseringina, at fara varliga um tilfeingi, ið einaferð verður uppi, og at fáa fram nýggja áskoðan á, hvussu rusktrupulleikarnir verða loystir. Rusk eigur at verða mett sum virðismikil rávøra, samstundis sum rusk, ið hevur umhvørviseitur í sær, verður tikið úr ringrásini. Umhvørvisávirkan frá framleiðslu, vøru og ruski eigur at verða minkað sum mest, tá ið hugsað verður um lívsringræsur.

Tá ið Norðurlond virka saman, kann arbeiðið við grønum vøkstri verða størri í vavi, skapa størri marknaðarstødd og fáa størri politiska styrki í altjóða tilgongdum, ið fara fram. Tað almenna, tað privata og einstakir brúkarar ávirka útboðið við sínum eftirspurningi og eru við til at fáa fram burðardyggar vørur og tænastur. Almenni geirin hevur eina strategiska funktión sum tann, ið bíleggur burðardyggar vørur og tænastur. Vinnulívið er eisini týðandi táttur millum annað við øktum samstarvi við veitingarketurnar, sum hava atlit at umhvørvisligum og sosialum táttum, samfelagsábyrgd hjá fyritøkuni (CSR) og umhvørvismerking.

Umhvørvisávirkan frá framleiðslu, vøru og ruski eigur at verða minkað sum mest, tá ið hugsað verður um lívsringræsur.

(29)

Mál, ið verða sett fram til 2025

Burðardygg nýtsla og framleiðsla

Norðurlond fara at skifta eina brúkaramentan, ið ikki er burðardygg, út við eina

burðardyggari endurnýtslumentan, sum er grundað á umhvørvistillaging og nýtslu.

Burðardygg nýtsla og framleiðsla verður víðkað ígjøgnum lóggávu, búskaparliga stýring, kunning og útbúgving og gjøgnum átøk í undirstøðukervinum, sum gera tað lættari hjá brúkaranum at virka á burðardyggan hátt. Arbeiðið við tí norðurlendska umhvørvismerkinum Svananum verður ment og styrkt.

Norðurlendskt samstarv um grønar tøkniligar ásetingar og standardar verður víðkað, millum annað eisini til almennan innkeypsstandard. Norðurlendska

ráðharraráðið og skrivstova tess hava flættað eitt burðardygdaratlit inn í alt virksemið.

Tilfeingiseffektivitetur og rusk Norðurlond bróta sambandið millum tilfeingisnýtslu og búskaparvøkstur, sum ikki er burðardyggur, við at vaksa um tilfeingiseffektivitet, endurvinslu og burðardygga ruskhandfaring. Ring umhvørvis- og heilsuávirkan frá framleiðslu, vørum og burturkasti sæð í eini lívsringrás (altso eisini í øðrum londum) er minkað. Fyribyrging og ruskendurnýtsla skulu effektiviserast, samstundis sum burturkast í størri mun skal verða mett sum virðismikil rávøra.

At menna nýggja felags tøkni og hættir gevur burðardyggari ruskhandfaring í Norðurlondum.

Ávísar

• At skilja umhvørvisliga ovbyrjan, samlaða orkunýtslu, tilfeingisnýtslu og gerð av ikki-mineralburturkasti frá búskaparvøkstri

• Norðurlendska umhvørvismerkið Svanurin og EU-vistspjaldrið

• Parturin av umhvørvisskatti av øllum skatti samantaldum

• Broytingar í kommunalum burturkasti og ruskhandfaring sambært

handfaringarháttum

(30)

26 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

(31)

Útbúgving, gransking og nýskapan 6.

Góðar fortreytir fyri útbúgving, gransking og nýskapan eru týdningarmiklir tættir í grønum búskapi. Øktur kunnleiki til burðardygga menning er grundarlagið undir tí at broyta hugburð og atburð hjá einstaklingum, fyritøkum og felagsskapum. Kunnleiki krevst til tess at finna fram á loysnir í avbjóðingum í framtíðini fyri at virka fyri burðardyggari menning. Kunnleiki og nýggj tøkni, men eisini evnini at taka sær av menniskjaligum førleikum, eru grundarsteinar undir norðurlendsku kappingarevnunum og hava gjørt sítt til skapa fyritøkur á altjóða marknaðinum við framgongd.

Ein týdningarmikil fortreyt fyri at menna tøkni, sum er betur lagað eftir umhvørvinum, er myndugleikanna møguleikar at seta kostnað á og áseta útlát av evnum, sum skaða umhvørvið. Við slíkum møguleikum veksur tað møguliga lønsemið í gransking og menning.

Granskingar- og nýskapanarumhvørvini eiga at verða mobiliserað gjøgnum íløgur, og alt fólkið skal hava somu møguleikar til kunnleika og útbúgving við dygd í. Hvussu nógv, ið verður gjørt burtur úr gransking og nýskapan, fer at verða ymist í teimum ymsu Norðurlondunum. Tey mál, sum sett

eru fyri útbúgving í burðardyggari menning, verða sett eftir ymsum mentanum og staðbundnum sosialum, búskaparligum og umhvørvisligum umstøðum. Granskingar- og nýskapanarumhvørvini eiga at verða mobiliserað til at viðgera trupulleikar, sum hava serligan týdning fyri tilfeingið í jørðini.

Granskingar- og nýskapanarumhvørvini eiga at verða mobiliserað til at viðgera trupulleikar, sum hava serligan týdning fyri tilfeingið í jørðini.

(32)

28 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

Øktur kunnleiki til burðardygga

menning er grundarlagið undir

tí at broyta hugburð og atburð

hjá einstaklingum, fyritøkum og

felagsskapum.

(33)

Mál, ið verða sett fram til 2025

Útbúgving

Kunnleiki um burðardygga menning verður lagdur inn í útbúgvingar á øllum stigum.

Fleiri ung í Norðurlondum skulu taka útbúgvingar, sum geva førleikar, ið vinnulívið fer at spyrja eftir.

Gransking

Tvørvísindalig norðurlendsk gransking og útbúgvingarátøk verða sett í verk at stuðla burðardyggari menning. Tað verður gjørt í samstarvi við líknandi national og evropisk tiltøk, til dømis innan fyri lívbúskaparfrøði.

Norðurlendskt samstarv verður økt ígjøgnum gransking og útbúgving fyri grønum vøkstri, vælferð og heilsu. Vísindaligu úrslitini verða nógv meiri enn áður brúkt sum grundarlag undir avgerðum um, hvussu politikkur verður tilevnaður.

Nýskapan

Norðurlond skulu vera undangonguøki, tá ið tað ræður um at menna umhvørvistøkni og sosialar nýhugsanir, sum stimbra grønan vøkstur og burðardygga menning.

Norðurlendskt samstarv skal mennast við at royna og menna orkutøkni, og kannað verður, um møguleiki er fyri felags norðurlendskum royndar- og

framsýningarbygningum. Fígging av grønum íløgum og fyritøkum verður samskipað og styrkt.

Ávísar

• Samlaða fólkatalið, sum hevur fingið miðnámsútbúgving, eftirútbúgving eftir miðnám og universitetsútbúgving.

• Útreiðslur til gransking og menning í % av BTÚ, býtt út á geirar

(34)

30 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

(35)

Alt arbeiði, ið verður gjørt innan fyri

karmarnar á Norðurlendska ráðharraráðnum, skal hava burðardygd flættaða inn í seg.

Virkisætlanin verður løgd sum grund undir fíggjarætlanini hjá Norðurlendska ráðharraráðnum og burðardyggari menning, sum røkkur langt fram í tíðina.

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava ígjøgnum sín samskipandi og stuðlandi part mótvegis forsætisráðharrunum ta yvirskipaðu ábyrgdina av at samskipa, hvussu virkisætlanin verður framd í verki.

Samstarvsráðharrarnir hava ábyrgdina av upplýsing, frágreiðingum, metingum og endurskoðan av virkisætlanini.

Serfrøðingabólkur hjá Norðurlendska ráðharraráðnum fyri burðardyggari menning hjálpir samstarvsráðharrunum í arbeiðinum við burðardyggari menning.

Hvussu virkisætlanin roynist í verki, sæst í ymsu samstarvsøkjunum í ráðharraráðnum.

Fyrisettu málini í virkisætlanini skulu verða flættað inn í skráirnar hjá yrkisráðharrunum fyri ymsu økini og verða gjørd um til ítøkilig átøk við málum, ið kunnu mátast. Samskipað við ymsu geirarnar, skipa teir sjálvir fyri at fremja virkisætlanina í verki, kanna framstig og skriva frágreiðingar og meta um, hvussu alt hepnaðist. Burðardygg menning skal somuleiðis verða framd í samstarvi við norðurlendskar stovnar og samstarvseindir.

Arbeiðið at fremja virkisætlanina í verki verður fíggjað innan fyri karmarnar á fíggjarlógini hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Ymsu yrkisráðharraráðini hava ábyrgd innan fyri fíggjarætlanirnar í hvørjum geira sær at fíggja útinnanina. Tað verður gjørt við denti á málini í virkisætlanini og raðfestu økini.

Játtanin hjá samstarvsráðharrunum til burðardygga menning skal verða brúkt til virksemi, ið stuðlar upp undir at seta í verk norðurlendsku virkisætlanina um burðardygga menning. Hesi átøk skulu lúka krøvini um norðurlendska nyttu, virka tvørtur um geirar, verða nýskapandi og

At akkerfesta, fremja í verki og hava eyguni við

7.

Fyrisettu málini í virkisætlanini skulu verða flættað inn í skráirnar hjá yrkisráðharrunum fyri ymsu økini og verða gjørd um til ítøkilig átøk við málum, ið kunnu mátast.

(36)

32 eitt gott lív í burðardyggum norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

flættað inn í tey trý hvarvini í burðardyggari menning. Játtanin skal eisini verða brúkt at styrkja samskiftistiltøk kring virksemi ráðharraráðsins fyri burðardyggari menning, íroknað tað at brúka ávísar fyri burðardyggari menning. Virksemið skal horva bæði móti Norðurlondum, nærøkjunum og øðrum samfeløgum.

Norðurlendska ráðharraráðið skal somuleiðis arbeiða í samsvari við Rio+20 ráðstevnuna og seta niðurstøðurnar í verk.

Samstarvið í Ráðharraráðnum tvørtur um geirarnar skal verða stuðlað millum annað við samrøðum og kunning ímillum geirarnar um royndir við virkisætlanini, ymsu málunum og tann týdning, tað hevur fyri ymsu geirarnar. Til tess at lætta um gott samskifti ígjøgnum alla ráðharraráðsskipanina og til tess miðvíst at festa spurningarnar um burðardygd í virksemið skulu ávís sambindingarlið vera í hvørjum geira sær,

Alt arbeiði, ið verður gjørt innan fyri karmarnar á Norðurlendska ráðharraráðnum, skal hava burðardygd flættaða inn í seg.

sum vara av burðardygd. Eisini verður hugsað um at menna nýggj amboð at meta um, greiða frá og samskifta um úrslitini av virksemi, sum er viðkomandi fyri burðardygd.

Norðurlendsku ávísarnir um burðardygga menning skulu verða dagførdir so hvørt. Harumframt skulu árliga skrivast ávísafrágreiðingar fyri at fylgja gongdini í Norðurlondum í sambandi við at skriva frágreiðingar um at seta í verk norðurlendsku virkisætlanina um burðardygd.

(37)

Grönlanti

Islanti

Norja Ruotsi Tanska Färsaaret

Ahvenanmaa Suomi

Hyvä elämä kestävässä Pohjolassa

Pohjoismaiden kestävän kehityksen strategia ISBN 978-92-893-2498-4

http://dx.doi.org/10.6027/ANP2013-726 ANP 2013:726

© Pohjoismaiden ministerineuvosto, 2013 Ulkoasu: Jette Koefoed

Valokuvat: Karin Beate Nøsterud; ImageSelect; Landskrona Energi; Iti Rainio Kirjasinlaji: Meta LF

Paperi: Munken Polar Painos:

Paino: Arco Grafisk

Printed in Denmark

Pohjoismaiden ministerineuvosto Ved Stranden 18

DK-1061 København K Puhelin (+45) 3396 0200 Pohjoismainen yhteistyö

Pohjoismainen yhteistyö on yksi maailman laajimpia alueellisia yhteistyömuotoja. Yhteistyön piiriin kuuluvat Islanti, Norja, Ruotsi, Suomi ja Tanska sekä Ahvenanmaa, Färsaaret ja Grönlanti.

Pohjoismaista yhteistyötä tehdään politiikan, talouden ja kulttuurin aloilla tärkeänä osana eurooppalaista ja kansainvälistä yhteistyötä.

Pohjoismaisen yhteisön tavoitteena on vahva Pohjola vahvassa Euroopassa.

Pohjoismainen yhteistyö pyrkii vahvistamaan pohjoismaisia ja alueellisia etuja ja arvoja globaalissa maailmassa. Maiden yhteiset arvot lujittavat osaltaan Pohjolan asemaa yhtenä maailman innovatiivisimmista ja kilpailukykyisimmistä alueista.

TRYK SAG NR. 541- 618

(38)

Eitt gott lív í burðardyggum Norðurlondum

Norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning

Útbúgving, gransking og nýskapan

• Samlaða fólkatalið, sum hevur fingið miðnámsútbúgving, eftirútbúgving eftir miðnám og universitetsútbúgving.

• Útreiðslur til gransking og menning í % av BTÚ, býtt út á geirar

Burðardygg nýtsla av jarðarinnar tilfeingi

• At skilja umhvørvisliga ovbyrjan, samlaða orkunýtslu, tilfeingisnýtslu og gerð av ikki-mineralburturkasti frá búskaparvøkstri

• Norðurlendska

umhvørvismerkið Svanurin og EU-vistspjaldrið

• Parturin av umhvørvisskatti av øllum skatti samantaldum

• Broytingar í kommunalum burturkasti og ruskhandfaring sambært handfaringarháttum

Eitt gott lív í burðardyggum Norðurlondum – norðurlendsk virkisætlan fyri burðardygga menning er yvirskipaði karmurin um tvørgeira arbeiðið í Norðurlendska ráðharraráðnum. Alt arbeiðið, ið gjørt verður í Ráðhar- raráðnum, skal hava burðardygd flættaða inní.

Norðurlendska ráðharraráðið skal gera sítt til, at Norðurlond halda fram at bøta um vælferð og lívsdygd hjá tí ættarliði, ið nú er, og teimum komandi við at verja og røkja evni og mátt jarðarinnar at varðveita lív í øllum sínum margfeldi.

Virkisætlanin skipar leiðreglur heilt fram til 2025, og dentur verður lagd- ur á: norðurlendsku vælferðarskipanina, lívdyggar vistskipanir, broytt veðurlag, burðardygga nýtslu av jarðartilfeingi, útbúgving, gransking og nýhugsan. Yrkisgeirarnir í Norðurlendska ráðharraráðnum fullfíggja virk- isætlanina við ítøkiligum átøkum, og eyga verður hildið við menningini í Norðurlondum við ávísum.

Ved Stranden 18 DK-1061 København K www.norden.org

ANP 2013:729

ISBN 978-92-893-2501-1

Norðurlendska

vælferðarskipanin

• Demografisk menning

• BTÚ mátað í PPP fyri euro og persón

• Ríkisskuld

• Býargerð

• Tøl fyri virksemi og arbeiðsloysi

• Væntað miðallívsævi, tá ið fólk verða fødd

• Ginikoefficientur

• Vandi fyri fátækt í húskjum við børnum

• Lønarglopp millum kynini

Norðurlendskir ávísar um burðardygga menning

Lívsdyggar vistskipanir

• Burðardyggir fiskastovnar

• Útlát av køvievni og fosfori út í Eystrasalt

• Broytingar í skrásetingum av vanligum fuglum

• Broyting í skógarhøgging og skógarvøkstri hvørt ár

• Hvussu íbúgvar í býunum eru fyri luftdálking ígjøgnum ozon og bitlar

Broytt veðurlag

• Partur av endurnýggjandi orku í samlaðu orkuveitingini

• Broyting í útláti av

vakstrarhúsgassi javnað út á geirar

• Útlát frá jarðarbrúki, broytingar í jarðarbrúki og skógarbrúki.

Samstarvsmálaráðharrarnir

Ráðharraráðið fyri arbeiðsmarknaðarmál Ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk Ráðharraráðið fyri fiskiveiði og havbúnaði, landbúnaði, matvørur og skógbúnaði Ráðharraráðið fyri javnstøðu

Ráðharraráðið fyri mentan

Ráðharraráðið fyri lógasamstarv Ráðharraráðið fyri umhvørvi

Ráðharraráðið fyri vinnu-, orku- og økispolitikk Ráðharraráðið fyri almanna- og heilsupolitikk Ráðharraráðið fyri utbúgving og gransking

Norðurlendska ráðharraráðið

Referencer

RELATEREDE DOKUMENTER

Heibergs manglede forståelse for hvad Absalon og senere SVDF stod for skyldes dels, at han ikke har gjort sig den ulej- lighed for alvor at undersøge sagen, dels at han fejlvurderer

Hvert kammer indehol- der antistoffer mod enten én el- ler flere pesticider og det er må- let at man efter en kort analyse- tid har et kvantitativt estimat for hvilke pesticider

beregne besparelsen i energi i forhold til den ”normale” fremløbstemperatur. Kontrolmodellen er sat op for hver måned og kalibreret mod SRO data. En lavere fremløbstemperatur giver

Stalden var indrettet med flere udleveringsbokse, således at kalve fra forskellige hold ikke blev blandet, mens de ven- tede (figur 14). Vognmanden hentede kalvene uden hjælp

og så er der en sprække; Vivi vil for alt i verden ikke risikere, at datteren siver væk fra hende. lige nu fylder det mere end ærgrelsen over at skulle gå på kompromis med den

En kvinde siger: ”Jeg troede, jeg var en lykkelig luder, nu ved jeg, at jeg bluffede mig selv for at holde det ud.” An- dre kan efterfølgende se, at den oplevelse, de havde af at

Ifølge nationalparkloven er der ikke noget entydigt svar på, hvad en dansk nationalpark skal indeholde – eller hvordan den skal se ud.. Men én ting

Elpatronen indkobles automatisk, når varmekilden (kold side) ikke kan levere energi nok til at dække varmebehovet. Elpatronen kan manuelt kobles fra.. Varmepumpen er placeret i en